Jóansøkuskráin og heilsan frá borgarstjóranum

ítróttur17-06-2019 - 15:34 - Jóanis Nielsen

Jóansøkuskráin og heilsan frá borgarstjóranum

Jóansøkan 2019 verður á Tvøroyri komandi vikuskiftið.
Í døgunum 20. – 23. Juni, verða ein ørgrynna av tiltøkum á skránni og hava vit, í Tvøroyrar Kommunu, gjørt okkara fyri at savna alla kunning í eina fjølbroytta og spennandi skrá. Tað tekur sína tíð at savna allar endar, men vónandi er alt komið við, annars eru fólk vælkomin at boða frá. Komandi dagarnir fara vit at greiða nærri frá einstøku tiltøkunum og er tað okkara vón, at Tvøroyri verður karmur um eina góða og minningarríka stevnu.

Skráin sæst herhttps://bit.ly/2KUjB3Pog kann takast niður sum PDF her:http://tvk.fo/files/joansokuskradin19.pdf

Heilsan frá borgarstjóranum:

Tað er ein stórur heiður hjá Tvøroyrar kommunu, at verða vertur fyri tjóðarhátíð suðuroyinga, jóansøkuni . Henda stevna, ið gongur ímóti teim hundrað, ið bygdirnar Tvøroyri og Vágur hava hildið í øll hesi ár, í sátt og semju.

Jóansøkan er triðja summarstevnan í ár. Hesar summarstevnur hava tað sera trupult, tí tað er ein hørð kapping við festivalarnir. Jóansøkan er eisini eitt sindur fyrri í ár, enn undanfarnu ár. Orsøkin er kappingin við Voxbotn, ið dregur ógvuliga nógvan ungdóm úr Suðuroynni til sín. Nú er tað ikki sama vikuskiftið, so vónandi verður ungdómurin verandi í Suðuroynni á jóansøku.

Eitt, ið altíð hevur sermerkt Jóansøkuna, hava verið tær nýklaktu pisurnar, men hesa vøkru sjón koma ogur ikki at síggja í ár tíverri.

Tvøroyrar kommuna hevur nú í eina tíð haft nógv starvsfólk til at fríðka um býin, eins og fólk sjálvi hava fríðkað um sínar ognir. Tvøroyri hevur altíð raðfest ítrótt høgt, og hevur ítrótturin á Tvøroyri eisini eina sera ríka og søguliga mentan. Her var jú grundarsteinurin undir allan føroyskan ítrótt lagdur og uttan ítrótt høvdu Tvøroyri og allar Føroyar verið fátækar.

Sjálvt um Tvøroyri ikki hevur so stóran inntøku vøkstur og fólkavøkstur sum flestu økir í landinum hava, so hevur Tvøroyri hóast alt bæði inntøkuvøkstur og rættiliga stóran fólkavøkstur.

Jóansøkuskráin er bæði drúgv og góð, so her er nógv at fara til. Gestablídnið hevur ongantíð skortað hjá suðuroyingum, her standa allar dyr opnar.

Jeg vil vegna Tvøroyrar kommunu takka tykum øllum, ið fyrireika Jóansøkuna, og tykum, ið hava tiltøk, tað verið seg ítróttarlig, mentanarlig, andalig og nógv onnur tiltøk. Hjartans tøkk til tykum øll.

At enda vil jeg, vegna Tvøroyrar kommunu, ynskja øllum hjartaliga vælkomin á Jóansøku a Tvøroyri, og at tygur enn einaferð kunnu fara til húsar aftur, tað veri seg í oynni, norður aftur um Suðuroyarfjørð, og út aftur um landoddarnir, við góðum minnum frá Jóansøkuni 2019. Ynskiligt er eisini at veðrið verður við okum, og at okur fáa góð ítróttarúrslit - so verður Jóansøkan góð fyri øll.

Góða Jóansøku

Kristin Michelsen
borgarstjóri