Jóansøkubál á Leynasandi fríggjakvøldið

mentan18-06-2019 - 20:24 - Jóanis Nielsen

Jóansøkubál á Leynasandi 21. juni 2019.

Fríggjadagin verður hugnaligt tiltak á Leynasandi, har í Kvívíkar kommuna skipar fyri jóansøkubáli.

Á skránni verður nógv undirhald til børn og vaksin, umframt undirhald verður eisini hitapottar, bál o.a. . Ásbjørn kemur at gykla, Lea Kampman syngur, Jákup Veyhe kemur at siga nøkur orð, og eisini kemur Danny Baldvinson at syngja. Kvøldið endar við felagssangi. Møguligt verður at keypa mat og drekka, sum KSR selja.

Tiltakið var fyrstu ferð í fjør og eydnaðist hetta rættuliga væl, so Kvívíkar kommuna sær fram til eitt hugnaligt jóansøkubál fríggjakvøldið.