Jóannes Jakobsen í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.fsf.fo

Jóannes: Vit skuldu havt 4 stig afturat

ítróttur10-10-2017 - 12:00 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Ungarn. Beint áðrenn venjingin endaði, fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Jakobsen.

- Sæð yvir alla kappingina, so eru vit sjálvandi væl nøgdir. Men eg haldi vit skuldu havt 4 stig afturat teimum 9, sum vit hava vunnið, sigur Jóannes Jakobsen í samrøðu við FSF Varpið.

Týskvøldið klokkan 19:45 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í undankappingini til HM 2018. Tvær venjingar hava verið á skránni, síðani hópurin kom til Budapest sunnunáttina. Spælararnir eru væl fyri, og nú verður bara bíðað eftir dystinum.

Øll samrøðan við hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen kann síggjast her…

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=97wIbsM6gUc]