Jóannes væntar at 07 Vestur vinnur á EB/Streymi

ítróttur19-10-2018 - 16:50 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er hjálparvenjari á A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen. Og sambært honum, skulu vit vænta eitt spennandi botnstríð í Betri Deildini hjá monnum.

Sunnudagin 21. oktober er 26. og næstseinasta umfar í Betri Deildini hjá monnum á skránni. HB hevur vunnið FM, meðan B36, NSÍ og KÍ stríðast um silvur- og bronsukrónurnar. Men eisini í botninum kann blíva spennandi, um vágamenn halda fast í góðu gongdini, og vinna sín dyst á EB/Streymi.

At umrøða og meta um komandi umfar í FSF Varpinum hesaferð, er hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen. Og sambært honum, verður einki avgjørt fyrr enn í seinasta umfari í landskappingini.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=tXK_BWeDoro]