Joakim og KÍF leingja sáttmálan

ítróttur01-03-2020 - 21:20 - Jóanis Albert Nielsen

KÍF og danin Joakim Jürs skrivaðu í vikuni undur enn ein eitt ára sáttmála, og verður tað 3. árið hjá Joakim í Kollafirði. Joakim kom til Føroyar fyri at verja málið hjá strandingum, og spældi har í tvey kappingarár.

KÍF sum ikki hevur verið við í toppinum í føroyskum hondbólti seinastu árini, hevur av álvara spælt seg í hitan aftur, og stríðast nú um at sleppa í hálvfinalurnar í Okkara-kappingini hjá monnum.