JN.fo sigur frá tveimum avgerandi dystum í vikuskiftinum

ítróttur03-02-2018 - 12:33 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið eru fleiri spennandi hondbóltsdystir á skránni, nú 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum í Faxe-kondi steypakappingini er á skránni.

Í bólki 1 hjá monnum tekur Team Klaksvík móti Kyndli, hesin dysturin verður avgerandi fyri hvør kemur víðari í hálvfinaluna. Neistin hevur longu tryggja sær pláss í hálvfinaluni. Kyndil skal vinna dystin móti Team Klaksvík fyri at koma víðar, meðan Team Klaksvík hevur nokk við javnleiki. Dysturin byrjar klokkan 18, og JN.fo sigur beinleiðis frá dystinum millum Team Klaksvík og Kyndil.

Bólkur 1 – menn

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 2 51 39 12 4
2 Team Klaksvík 2 59 47 12 2
3 Kyndil 2 44 36 8 2
4 H71 2 2 32 64 -32 0

Í bólki 2 hjá monnum er heldur einki avgjørt enn. H71 og VÍF møtast í Hoyvík klokkan 16 í morgin. H71 hevur tryggja sær pláss víðari í hálv finaluna, men skal minst hava eitt stig móti VÍF fyri at fáa 1. plássi í bólkinum.

Í hinum dystinum í bólki 2 tekur KÍF móti StÍF. StÍF kann ikki spæla seg víðari, men tað kann KÍF. Um tað skal eydnast hjá teimum, so skulu teir vinna móti StÍF, samstundis sum H71 vinnur á VÍF, og skal KÍF henta 6 mál inn á VÍF. JN.fo sigur frá dystinum millum KÍF og StÍF í morgin klokkan 16.

Bólkur 2 – menn

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 2 59 56 3 4
2 VÍF 2 69 65 4 3
3 KÍF 2 59 61 -2 1
4 StÍF 2 62 67 -5 0