Jesar Hansen skrivar í Dagblaðnum í 1947 um skipavrakið í Eyðunsurð

mentan09-11-2018 - 10:15 - Jóanis Nielsen

Í Dagblaðnum týsdagin 18. februar 1947 skrivar Jesar Hansen í Sandavági eina sera áhugaverda grein um "Skipavrakið í Eyðunsurð".

Tað eru mangastaðni í Føroyum, at gamlar sagnir enn á døgum liva millum manna um ymiskar tilburðir, sum fram eru farnir í fornum døgum. Ein partur av slíkum er bert sagnir, tosað og frásagt mann eftir mann gjøgnum mong ættarlið. Í mongum føri er kanska ongantíð nakað prógv komið fram sum kann váttað, at søgnin ella sagnirnar eru um veruligar tilburðir og sannar.

Niðanfyri skal verða greitt frá eini tílíkari søgn, sum nú er vorðin veruleiki - sannleiki.

í Sandavági livir enn millum manna søgnin um tvey fransaskip, sum skulu vera rikin á land, rikin á sandin í Sandavági. Tað seinna skipið kann tó ikki sigast at vera søgn, tí tað siga elstu menn í bygdini seg enn at minnast. Við skipinum vóru 9 mans. Teir dvøldu í bygdini ein vetur aftaná, og búðu í bygdini ein vetur aftaná, og búðu í ymiskum húsum til teir sluppu burtur. Tríggir av teimum búðu í Garðshúsinum, hjá sýslumanninum Zacharias Nielsen, tveir búðu í Bartalsstovu, tveir hjá Símunar Jógvani við Ánna og ein ella tveir búðu í Eyðansstovu. Hetta skipið fingu menn útaftur. Teir bundu kíkar undir loringina og aðra staðni, til tað flotnaði. Kíkarnar fingu teir ongantíð aftur. Eftir tað nevndu teir gomlu hetta skipið "Kíkareyvin". Skipið varð selt til Suðuroyar. Mortensens menn keyptu tað, og høvdu tað í mong ár siglandi við vørum millum bygdirnar. Aftaná at tað var komið til Suðuroyar nevndist vanliga "Fransurin". Rovina av tí sigast at vera til enn tey liggja á sandinum á Tvøroyri.

Søgnin um hitt fyrra skipið - Sjálvt skipið - er heldur kám. Um tað vita menn nú á døgum lítið at greiða frá, uttan tað, at søgnin sigur, at skipið rak á land á ta urðina, sum er inni í ósanum. Skiparin nevndist Eyðun, og eftir honum fekk urðin navnið Eyðunsurð, og ber hon sama navnið enn í dag.

Søgnin sigur eisini, at Eyðun búðsettist í Sandavági. Hann skuldi fyrst byggja sær hús inni við gomlu Giljarætt. Tilfarið til húsið segðist at vera timbur frá skipinum. Seinni segðist hann at flyta haðani (orsøkin er ókend) og bygdi Eyðansstovu - ella Eyðannsstovu, sum húsini nú vanliga verða kalllað. Eyðansstova sum Eyðun læt byggja er tó ikki til nú, men navnið livir tó enn. Húsið, sum stóð frammanundan tí ið nú nevnist Eyðansstova røkk longur oman. Tann parturin sum er hoyggjhús nú, var fyrr fjós í Eyðunsstovu. Glasstovan var í niðara enda. Tað fyrra húsið varð alt niðurtikið við undantak av glasstovuni, hon var flutt í heilum líki, og varð síðan køkur ella roykstova í hesum húsunum, sum nú standa. Merkisvert var tilfarið í hesari roykstovu. Brettini vóru rein og hvít ómálaði og ikk fannst kvistur í nøkrum bretti. Tey vóru 18 tummar breið, hvørt bretti. Hetta var sera sjáldsamt og vakurt at síggja. Fyri fáum árum síðan var roykstovan umbygd og øll hesi gomlu merkisverdu og søguligu brettini niðurtikin og bygt var aftur við vanligum panelviði.

Eyðun gjørdist festari til eina mørk í kongsjørð. Onnur hálvmørkin lá, og liggur framvegis, Giljamegin inni við "Straplið", har sum hann av fyrstan tíð skuldi byggja. Upprunin til navnið "Straplið" er ókendur. Hin hálvmørkin lá Steigamegin. Løgmannsbøurin gekk niðan við markinum hjá Eyðuni. Eitt gil skildi jarðarlutirnar sundur. Eitt petti har nevnist "Eyðunsprógv". Um hetta er søgn, sum eg tó skal lata liggja á hesum sinni.

Sum fyrr nevnt, skal Eyðun fyrst hava búð inni á Straplinum. Um hetta er satt, eru eingi prógv fyri, tí plássið er ongantíð gjølla granskað, men tá menn gjørdu garðin niðanfyri húsini hjá Zacharias Thomsen, komu teir niður á ein tvílaðan grótvegg, um 8-9 alin langur. Hetta var í 1932 - 33. Á einum fløtti í moldini funnu mennn eitt steinkerhald. Hesin lutur er á forngripagoymsluni. Eisini er funnin ein steinur sum menn tá hildu rúnarstavir standa á, men hetta er tó ikki prógvað, við tað at skøvurnar eru so kámar og ólesandi. Ein partur av fyrrnevnda grótveggi varð tikin niður og nýttur til at laða og leggja omaná eina veit har. Nærri rannsóknir hesum viðvíkjandi vórðu ongantíð gjørdar. Hin tvílaðaði grótveggurin og steinkerhaldið kundu tó hugsast at veri prógv fyri, at har hevur ivaleyst eitt búðpláss verið fyrr í tíðini.

Spell bert, at vísindamenn ikki skulu hava kannað meira gjølla har á plássinum eins og á øðrum søguligum plássum her í bygdini. Eg skal bert nevna nøkur pláss. T.d. Ongjatoft, har eisini eitt gamalt búpláss hevur verið. Har sigur søgnin at ein Norðmaður, sum æt Ongin, skal hava búð. Øska er funnin á plássinum. Síðan er tað plássið har rúnarsteinurin eftir Torkil Ønundarson, fyrsti maður sum bygdi Sandavág, var funnin. Hetta plássið er ikki langt frá Ongjatoft. Og síðan er tað eitt pláss, sum nevnist Kristin Hálvarstoft inni í Giljabø. Har lá fyrr ein grótveggur, ætlandi ein toft eftir einum búplássi. Hesin maður ætlast eisini at hava verið Norðmaður. Undir hersetanini av Føroyum undir bardaganum tóku Bretar grótið av Kristin Hálvarstoft og fluttu tað burtur. Harnæst kemur toftin uppi í Botni úti í Disjum frá sjórænaratíðini. Hetta eru alt pláss, sum kundu havt almiklan týdning fyri vísundaliga granskan um forfedrar okkara og um Føroya søgu í síni heild.

Eg skal venda aftur til frásagnina um skipavrakið í Eyðunsurð, sum eg kom burtur frá.

Í tí herviliga illveðrinum, sum fór fram um nýggjársmundið og aftaná, var brimið at kalla av tí mesta í Sandavági. Ikki í mong ár hevur slíkur brimgangur verið. Stórt øki av sandinum var burturmætað og lá annahvørt sum mógvur, heilt út í aldubrotið, so langt ut sum sást á hægstu fjøru, ella eisini sum nakin urð. Stór rund trø, sum liggja føst í mógvinum, eru komin undan. Hetta er heimast á sandinum, niðri undir hinum gamla kirkjugarðinum. Annars liggur skipið inni í ósa, nakað innanfyri "Sjóberið", heimast í Eyðunsurð.

Tann fyrsti sum rakti við skipavrakið var Karl Edvard Hansen. Hann sá eitt fittliga stórt træpetti stinga upp millum steinarnar í urðini, og rann honum søgnin um fransaskipið í huga. Eina løtu seinni rakti ein annar drongur Magnus Magnussen, við, at har stóðu fleiri trø í røð uppundan í aldubrotunum. Teir taldu hendan dagin ellivu tílik trø, sum komu uppundan, tá ið sjógvurin fjaraði. Teir telgdu í trækubbarnar, sum vístu seg at vera eik - glashart at telgja í. Hetta var tann 27 januar, at teir raktu við hesar trækubbar. Sum vituligt var, hugsaðu teir, at hetta vóru bondini av skipinum, sum søgnin segði frá, ið nú vóru komin undan aftur.

Um hetta mundi var streymurin góður, so trøini stóðu heilt turr á hægstu fjøru. Men næsti streymur var framúr harður, so tá fjaraði okkurt um tríggjar favnar omanum vrakið, so líkindi vór til at kanna nærri eftir hesum merkisverda fundi, hesum træstubbunum sum stóðu uppúr sandinum.

Fríggjadagin 7. februar fóru menn at grava burturfrá, og tá vísti tað seg at vera sum menn av fyrstan tíð hildu. Hetta vóru bondini av einum skipið - ytra síðan av skipinum - ið undan vóru komin. Tann dagin gróvu menn eina longd av skipinum uppá 29 føtur, men skipið er longri enn so. Endi var ikki at tekkja tá flóðin kom aftur og fylti holið. Breiddin á skipinum varð á einum stað mált varð, 2,69 m. Tað breiðasta bandið, sum tann dagin var undan máldi 7½ tumma, á teirri síðuni sum vendi inn móti garneringini. Grivið var niður á plankar í ytra borði, og vísti teir seg at vera um 2½ tumma tjúkkir. Garneringin er okkurt um 1 og 1/4 tumma til 1 og ½ tumma tjúkk. Eitt petti av einum bandi, sum menn tann dagin fingu leyst, máldi 191 cm í longd. Tá ið ein telgdi í tað, vísti tað seg at vera púra fríkst og glashart, annahvørt eik ella tekk. Tjúktin á hesum bandið var 6 x 6½ tumma. Skipið vísir seg at vera soymt við trænaglum. Í hesum bandstubbanum sótu 16 trænaglar 1½ tumma tjúkkir.

Við stórari manning og taljum, í hørðum streymi, ætlast at skipavrakið fæst upp, møguliga í heilum líki, so sum tað stendur. Hetta vildi havt almikið at týða fyri at eftirkannað tíðarskeiðið skiðið er bygt í og byggningsháttin sum hetta søguliga skip hevur havt.

Leygardagin 8. februar kom fornmergjargranskarin Sverri Dahl vestur við "Smirli". Henda dagin fóru menn aftur at grava, og hevur hann so statt gjørt týdningarmiklar uppmátingar skipunum viðvíkjandi.

Við tað, at skipavrakið nú hevur verið undir kønari eftirhyggjan og grannskan, skal eg ikki skriva meira um tað hesa ferð. Vónandi verða vit at frætta nærri frá harra Sverra Dahl um hetta fund.

Í stuttum skal eg eisini siga frá ymiskum lutum, sum funnir eru har á leið. Fyri um 60 árum síðan fann Jóan Jákup Johansen ein stóran koparring (koparkrans) í urðini. Hann var í minsta lagi 1 metur høgur og millum 1/4 og ½ tumma tjúkkur. Víddin á honum var um 15 tummar. Í støðum vóru hol í hesi stóru rundu koparplátu, sum ætlandi seymir høvdu verið negldir í. Maður sum fannn henda ringin livir enn og er 70-ára gamal nú. Hann sigur, at tað kann hugsast at hesin koparkransurin hevur ligið um eina skipamastur, annahvørt uppi við klónna, ella eisini har bummurin ber móti mastrini, og hevur verið nýttur til at verja mastrina móti sliti. Kransurin er tíverri ikki til nú. Zacharias, sýslumaðurin, fór við hesum luti og seldi hann til táverandi jarnsmið í Miðvági.

Fyri 55 árum síðan var ein koparpottur funnin inni í somu urð. Hesin varð eisini seldur. Símun Simonsen, jarnsmiður í Sandavági keypti hann. Bróður Símunnar, Hans Simonsen, sum er 80 ára gamal nú, raskur og ándsfrískur, segði fyri mær nú um dagarnar, at um tað mundi - fyri 55 árum síðani - var hann í ferð við at byggja hús síni. Frá bróður sínum Símuni ognaðist honum ein part av hesum koparpotti. Hans, sum var hegnigur maður, smíðaði sær sjálvum øll vindeygahongslini til hús síni úr hesum koparpotti. Hongslini eru til enn og púra einki broytt, líka sterk og haldgóð. So gott hevur tilfarið verið í hesum gamla pottinum, rikin upp av sjógvi.

Um hesir koparlutir kunnu ætlast at vera av hesum skipi, sum nú er undankomið í Eyðunsurð, er sjálvandi ilt at siga, men óhugsandi er tað ikki, tí teir vóru funnir tætt við har vrakið liggur. Tá teir vórðu funnir visti eingin við vissu at siga, at skipið lá í Eyðunsurð.

Fyri fáum árum síðan fann fyrrnevndi Karl Edvard Hansen eitt horn, ein lúður ella líknandi musikkinstrument. Hann fann tað í mógvinum væl omanfyri og nakað innari enn vrakið nú er undankomið. Hann gav sær ikki viðari gætur um hetta, men rykti tað uppúr mógvinum, har tað lá. Tað vísti seg tá av vera blankt gevind á øðrum endanum, so tað kundi sæð út sum ein annar lutur hevði sitið uppi á tí, og at hesin lutur stóð eftir í mógvinum. Tiverri gav hann sær ikki far um at hyggja gjøllari eftir beinanvegin og fann seinni ikki aftur á plássið. Eisini hevur hann funnið eitt tinkrúss við føstum loki. Á hesum stendur grivið árstalið 1790, trý torn og eitt ið kann líkjast onkrum kongasigli. Um hetta tíðarskeið var annars Christian VII kongur í Danmark. Hesin lutur var annars funnin í urðini heima á sandinum.

Eg nevni hesar lutir, ti eg haldi at tað eru merkisverdir og søguligir lutir komnir upp av sjógvi.

Við skipavrakinum, ið nú er undankomið í Eyðunsurð, er prógv fingið fyri, at tað, sum higartil bert hevur verið søgn, nú er vorðið veruleiki, er vorið ein partur av Føroya søgu.

Sandavágur, 12. februar 1947

J. Hansen.