Jens Leon og Sigatindur hava báðir gjørt roktúr norðanfyri

vinna08-02-2018 - 16:29 - Jóanis Nielsen

 Trolbátarnir Jens Leon og Sigatindur hava báðir gjørt roktúr norðanfyri, teir landa í Leirvík í dag, skipini hava uml. 60.000 pund í part, meginparturin er góður toskur, segði reiðarin - Janus Knudsen - tá ið vit tosaðu við hann, hann segði at veiðan verður seld fyri uml. ½ millión fyri hvørt skipið.

Víðari segði ein reiðarin, at fyri teimum líkst støðan, seinast tá í toskurin kom aftur á grunnarnar, tá truffu trolbátarnir fyrst við, so hann roknar við, at toskafiskiskapurin fer at roynast aftur á føroyagrunninum.