Jens Jensen stillar upp fyri Sambandsflokkin

politikkur12-08-2019 - 12:00 - Jóanis Nielsen

Eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Jens Jensen er føddur 31. mars 1956 og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur búð skjótt 40 ár í Tjørnuvík.

Hann tók fólkaskúla 1963 og síðan Real og Handilsskúla. Í 1978 útlærdur snikkari.

1. august 1979 á politiskúla og 40 ár í politinum - fór úr starvi 1. august 2019. Arbeitt í føstum starvi í Klaksvík, Vágum og Tórshavn í smá 30 ár á kriminaldeildini hjá politinum

Spælir Trombone i ELF, Eiðis Ljóðfelag og í Harmoniorkestrinum GHM (tá ið á stendur við Klaksvíkar Hornorkestri). Syngur við í Kingo-bólkinum hjá Tjørnuvíkar Kirkju. Jens fæst eisini við landbrúk í frítíðini.

Formaður í Javna frá miðskeiðis í 80´unum til mitt í 90´unum. Nevndarlimur í MBF grunninum i 1990´unum. Valdur í Fólkaheilsuráðið 2005-2015 útnevndur av Føroya Landsstýri. Ùtnevndur av Føroya Landsstýri í fyrsta “Ráðið fyri Brekað”. Útnevndur í Anti Doping nevndina ínnan ÍSF í nøkur ár.

Pápin, Karl V. Hansen umboðaði Sambandsflokkin í Klaksvíkar býráð í 1980´unum.

Jens hevur hesi politisku hjartamálini:

• Menning av fiskivinnuni og íverksetarum
• Stimbra í ringum tíðum og halda aftur í góðum tíðum.
• Grønari orka
• Viðgerðartrygd til allar føroyingar í sjúkrahúsverkinum
• CPR til allar sjúklingar, ið sendir verða av landinum.
• Fleiri leigubústaðir til fólk við serligum tørvi
• Teksta og teknmálstulka sjónvarpssendingar og økja um ljóðbókasavnið
• Serligar búðeindir til eldri (ið ynskja at flyta úr størri húsum)
• Grundarupphæddin i fólkapensiónini skal hækka
• Fleiri lærupláss til handaligu fakini
• Ferðavinnan skal skipast eftir nýggjum leisti fyri alt landið
• Víðka um Fróðskaparsetri / Campus
• Betra um vegasamband og vegakervið til smáplássini

Sambandsflokkurin