Jenis: Vit vilja spreingja verandi LGBT stýrdu samgongu

Politikkur12-11-2017 - 09:51 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár deildi Jenis av Rana eina grein á Facebook, sum portal.fo hevði skrivað, um at Miðflokkurin er í samráðingum um nýggja samgongu. Nøkur fólk skrivaðu til tað hann hevði deilt, at tey vónaðu ikki at Miðflokkurin fór at bjarga samgonguni.

Jenis skrivar: 

Hey góðu vinir:) Tykkum nýtst ikki at óttast at so verður! tí Miðflokkurin fer aldri at stuðla veranda samgongu, tvørturímóti. Fara vit í samgongu, so er tað fyri at spreingja verandi LGBT stýrdu samgongu og skapa eina nýggja, uttan LGBT. Tað má ikki henda, at tey sleppa at stýra samgonguni og harvið føroyska samfelagnum í 2 ár afturat🙂Tað er tí vit stríðast ímóti, eisini í dag. Ein sameindur Miðflokkur sær stríðið móti LGBT samgonguni at verða altavgerandi!😞Í sambandsflokkinum hevur LGBT samgonguan tíverri sínar trúgvu stuðlar og ein av fremstu leiðarunum í fólkaflokkinum, Annika Olsen, er hin einasta, sum hevur brúkt nýggju LGBT hjúnabandslógina og hon hevur enntá reypað sær av tí. So umráðandi er at standard saman í stríðnum🙂