Jenis spyr um Lækna- og Sjúkrarøktarfrøðiliga útbúgving í Føroyum

Politikkur26-09-2017 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrispurningur til landsstýriskvinnuna i fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, um Lækna- og Sjúkrarøktarfrøðiliga útbúgving í Føroyum.

1/ Hvussu stór er játtanin, ið er sett av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 til byrjan av læknalestri á Fróðskaparsetrinum?

2/ Hvussu stór er játtanin, ið er sett av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 til sjúkrarøktarfrøðiligu ískoytisútbúgvingina?

Viðmerkingar:

Í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið var eitt av ætlaðu átøkunum, hesi vóru 25 í tali, at byrja útbúgving av læknum í Føroyum í samstarvi við universitet í øðrum londum.

Umframt sjálvsøgdu uppgávuna at útbúgva sítt egna fólk, so vil hetta viðvirka til at fáa ung at støðast í oyggjunum og økja um møguleikan at tey koma aftur eftir lokið prógv.

Tíverri tykist lítið og einki annað, enn royndin at seta enn ein stjóra, at verða komið burturúr drúgva álitinum hjá stóru mannfjøldini, ið var kallað saman í nevndir. Loyvi mær, nú skjótt hálvtannað ár er farið afturum bak, síðani álitið varð lagt fram, at spyrja eftir deilmáli 7, sum ikki skuldi kravt so almikið annað enn eina hækkaða fíggjarliga játtan til fróðskaparsetrið. Tí lærarar, granskarar, læknar v.m., ið eru fús og før fyri at taka sær av frálæruni, tróta tíbetur ikki í dagsins ríku Føroyum.

Í summar frættist tíverri, at samgongan hevur valt ikki at raðfesta sjúkrarøktarfrøðiligu ískoytisútbúgvingina, sum fýrati sjúkrarøktarfrøðingar høvdu gjørt seg tilreiðar, og vóru bodnir vælkomnir til, á Fróðskaparsetrinum. Loyvi mær tí eisini at spyrja um hesa útbúgving, fyri at frætta, um samgongan ætlar at halda somu kós ella um ein uppraðfesting fer at síggjast á hesi kontu Fróðskaparsetursins.

Jenis av Rana

Løgtingslimur f. Miðflokkin