Jenis: Øðrvísi dagar

Politikkur05-09-2019 - 08:20 - Jóanis Albert Nielsen

Jú, eg, og óivað tey flestu okkara, høvdu væntað og vónað eitt betri Miðfloksval. Men tað at samgongan, og so mong av teimum, sum atkvøddu fyri hjúnabandslógini, vórðu ripaði út um løgtingsdyr, tað var av sonnum ein sigur, sum vil nakað. At vit hartil sita í tí støðu, vit í dag eru í, sum partur av samgongusamráðingum, tað hava vit bert einum at takka fyri.

Dagurin í dag var positivur, friðaligur og bar okkum nærri málinum. Í morgin verður meira lív í- umframt formansbólkin koma tríggir bólkar at arbeiða við samgonguskjalinum- ein, ið viðgerð fiskivinnuna (har er Bill okkara umboð), ein, ið viðgerð almannamál (har er Tordur okkara umboð), og ein, ið viðgerð orku- og umhvørvi- (har er Ragnar okkara umboð). Steffan er burturstaddur, annars er hann fyrsti varalimur- hinir tríggir eru í røðini eftir honum.

Biði Harran um at geva okkum vísdóm og hegni. Hann hevur jú lovað at geva teimum ráð, sum til Hann leita.

Skrivaði Jenis av Rana í gjár.