Javnaðarflokkurin 10 minuttir solo í donskum sjónvarpi

Politikkur12-05-2019 - 13:22 - Jóanis Albert Nielsen

Nú valstríð er, skal politiskt kjak ganga øgiliga skjótt. Í sjónvarpinum fær mann fá sekund til at greiða frá tí, mann stendur fyri.
Tað kann vera nokkso grunt, og sum eitt mótsvar býður sjónvarpsrásin DK4 tí øllum flokkum frítt at greiða frá sínum politikki í 10 minuttir.
Hóast danir ikki kunnu velja Javnaðarflokkin, segði eg ja takk. Orsøkin var m.a. at norðuratlantiska umboðanin hevur fingið nógva umrøðu í Danmark síðani tríggir flokkar - m.a. Tjóðveldi - boðaðu frá, at teir ætla at gerast partur av donskum samgongusamráðingum eftir valið.
Hetta var eitt gott høvi til at greiða dønum frá, hví Javnaðarflokkurin hevur eina aðra støðu.
Hon byggir fyrst og fremst á virðing fyri føroyskum sjálvræði og føroyskum fólkaræði.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=rhUrVlKU4r4]