Játtanin og innsiglingin í Skopun

Politikkur19-06-2019 - 08:53 - Jóanis Albert Nielsen
So varð aftur ein hóttan um at skerja túratalið um firðir og sund, at forða okkum sum búgva úti á oyggjunum í Føroyum at flyta okkum millum oyggja.
Pengar mangla í, og hevur politiska skipanin vitað hetta í rúma tíð. Men vegna vantandi stev innanhýsis í samgonguni á Tingi, er ongin eykajáttan fingin til vega.
Fyri okkum sum liva skulu við hesum umstøðum er hetta bara vorðin gerandiskostur, hetta at hava hóttanir um skerda tænastu hangandi yvir høvdinum, og halda vit bara ondini fyri at vita hvønn okkara tað man fara at ganga útyvir hesuferð.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur tikið ræði av øllum stovnum undir Samferðslumálaráðnum, ja, enntá varð hann virkandi stjóri á Landsverk eitt tíðarskeið. Umraðfestingar og nýtt virksemi ímóti viljanum hjá stjóranum á SSL hava gjørt sítt til, at pengar nú aftur mangla í til at reka tað tænastu sum játtanin frá Tinginum varð latin til.
Í meðan alt hetta rokilsi er veruleiki, hevur Landsverk í langa tíð vitað av, at grót enn einaferð er komið í innsiglingina í Skopun, við teirri avleiðing at Teistin má halda seg longri frá molanum enn vanligt, og at siglingarrennan nú er sera smøl at sigla inn ígjøgnum. So smøl at tað nøkulunda gongur at sigla inn meðan summarveðrið liggur, men vandi er fyri nógvum avlýsingum í heyst og í vetur. Hóast hetta varð staðfest fyri rúmari tíð síðani, er onki gjørt fyri at rudda grótið burtur.
Sandoyggin hevur als ikki møguleika at missa ein einasta túr við Teistanum, og við tí aktiviteti í oynni ið stendur fyri framman, er Teistin alt ov lítil frammanundan.
Tí heiti eg á stjóran á SSL ella Heðin Mortensen, landsstýrismann, hvør so enn hevur stýrisvølin, um at sleppa møguligum ætlanum at taka túrar burtur hjá Teistanum, og at brúka pengar beinanvegin til at rudda innsiglingina í Skopun fyri grót.
Uppgávan eftir valið verður at fáa fatur í meiri kapasiteti at sigla um fjørðin, og hetta ætli eg mær at brúka stóra orku uppá, um mær eydnast at vinna sessin á Tingi komandi setu.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri og valevni Fólkafloksins