Jaspis kom á Havnina um 3-tíðina í dag

vinna03-07-2018 - 16:47 - Jóanis Nielsen

 Jaspis sum fór land í nátt sunnalaga á Kalsoynni, kom av aftur á flóðini eftir middag í dag. 

Jaspis kom á Havnina um 3-tíðina, teir fóru beinleiðis á beding hjá Skipasmiðjuni MEST, fyri at fáa kannað hvat skaða skipið hevur fingið.

Aftaná kom eisini makkarin hjá Jaspis - Ametyst - á Havnina.

Vit tóku nakrar myndir.