Janus Rein tikið sæti á Løgtingi í dag

politikkur04-12-2018 - 12:57 - Jóanis Nielsen

Janus Rein hevur í dag tikið sæti á Løgtingi fyri Jørgen Niclasen, sum er farin í stutt tíðar farloyvi.

Janus fekk 273 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, og gjørdist sostatt nummar 8 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann er fyrsti eykamaður hjá flokkinum aftaná at Annika Olsen gjørdist borgarstjóri og Joen Magnus Rasmussen tók langtíðarsæti á tingið.

- Eg ætli mær at brúka møguleikan, nú eg havi sæti á Løgtingi, at senda landsstýrisfólkunum ymiskar spurningar, sum liggja mær á hjarta, sigur Janus í stuttari viðmerking.

Spurdur, hvørji mál hann hugsar um, nevnir hann ymiskar feilir, sum hann metir liggja í samfelagnum; sum dømi kunnu nevnast, hví føroyski brúkarin skal gjalda dupultan GATT toll, tá GATT traktatin annars kom í heimin fyri at ríva tollmúrar niður og dupultur GATT tollur als ikki er heimilaður í traktatini, og hví MVG lógin positivt diskriminerar leasing, soleiðis at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur, sum heild, verða nógv skerd fyri teimum møguleikunum sum liggja í leasing.