Mynd: Ørn Rósmann Kristjánnsson.

Janus, Jupiter og Høgaberg landa til Havsbrún

vinna16-05-2017 - 14:49 - Jóanis Nielsen

 Í nátt kom polska skipið Janus á Fuglafjørð við 1.250 tonsum av svartkjafti og í dag eru Jupiter og Høgaberg komnir á Fuglafjørð, allir landa teir til Havsbrún.

Jupiter eigur landingartørn aftaná Janus, Jupiter hevur 2.000 tons, síðan landar Høgaberg, teir hava 1.700 tons.

Svartkjaftaskipini royna nú bæði eystan- sunnan- og vestanfyri Føroyar, umframt tey føroysku skipini, so eru fleiri íslendsk og eisini fleiri russisk skip, sum royna eftir svartkjafti.