Janus heldur fram í 07 Vestur

ítróttur07-11-2017 - 22:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í kvøld hava Janus Svabo Samuelsen og 07 Vestur skrivað nýggjan sáttmála, ið knýtir leikararn at felagnum komandi kappingarár. Hóast bert 19-ára gamal, var Janus ímillum týðningarmiklastu leikarar okkara í ár, skrivar 07Vestur.fo.


Ungi miðvingurin vendi aftur til Føroyar og 07 Vestur í fjør summar, eftir eina góða og læruríka tíð í ungdómsdeildini hjá Brøndby, har hann eisini gjørdist danmarksmeistari. Janus vísti beinanveg síni framúr evnir og skoraði 10 mál teir 18 dystirnar hann fekk við av uppflytingarári okkara, 2016.

Í ár hevur hann spælt 22 dystir á besta liði okkara, sum er ímillum teir, við allar flest dystum hetta farna árið.

Komandi ár sleppa vit so aftur at njóta frálíka spælið hjá Janus. Hjartaliga tillukku!