Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Jan Pauli: Vit skulu bara spæla okkara spæl so vinna vit

ítróttur08-02-2018 - 22:29 - Jóanis Albert Nielsen
Kyndil vann í kvøld 28-25 á VÍF í fyrri hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini, eftir dystin fingu vit orð á Jan Paula T. Johannesen málverja hjá Kyndli.

Sí myndir her.

Hvussu upplivdi tú dystin?
- 1. hálvleikur var ikki serliga góður frá okkara síðu, vit vóru kanska nervøsir. Men sum dysturin líður fóta vit okkum og byrjar tað at síggja gott út móti endanum.

Sí dystargongdina her.

Tit vóru sum eitt nýtt lið í 2. hálvleiki, hvat segði Julian við tykkum?
- Eg hitaði upp í hálvleikinum, so eg veit ikki heilt hvat teir tosaðu um. Tað sum eg fekk við, var at vit skuldu halda okkara avtalur. Fáa ferð á bóltin og tað riggaði.

Hvussu stóran týdning hevur tað at vinna fyrru hálvfinaluna?
- Tað hevur sjálvandi stóran týdning, nú veit man at tað ber til. Vit hava eisini sett okkum sjálvar í eina góða støðu til tann seinna dystin, men einki er avgjørt enn.

Hava tit nú fyrimun til seinnu hálvfinaluna?
- Teir skulu skora trý mál meira enn vit, bara fyri at fáa ein javnleik, men vit fara til Vestmannar at vinna.

Hvat skulu tit taka víðari frá dystum dystinum, og hvat skulu tit rættað uppá?
- Tað vit skulu rættað uppá er, at vit skulu vera klárir frá byrjan, tað er eitt sindur síðani at vit spældu eina hálvfinalu, av tí eru mennirnir kanska nervøsir. Vit skulu bara spæla okkara spæl, vit vit gera tað so vinna vit. Fáa verjuna at standa væl, og ferð í álopið, segði Jan Pauli við jn.fo beint eftir dystin.