Jan Lamhauge og Kringvarpið spilla bátafólk út

mentan11-06-2018 - 23:29 - Jóanis Nielsen

Viðmerking til innslagið í Degi og Viku 4/6-2018 um alkohol og sigling við bátum.

Eg segði við Jan Lamhauge,tá hann ringdi til mín, at um samrøðan var um trygd á bátum í samband við sigling, so skuldi eg koma, tí so fekk eg eisini høvi til at upplýsa um reglarnar fyri hvussu promillumarkini vóru, tí tey eru ymisk og ikki so týðuliga skrivað í kunngerðini.

Tað gjørdi eg og las reglarner upp fyri Jan, men tað er als ikki við í innslagnum. Tað hevði kvf ikki áhuga í at upplýsa, hóast tað hevur við trygd at gera.

Fleiri ferðir verður sagt, at bátafolkið drekkur ov nógv, tá siglast skal og fleiri ferðir verður sagt, at ein triðingur av teimum, sum vóru á bátastevnu í Hvalvík og Vestmanna,var ikki førur fyri at sigla bátin heima aftur, og 2 ferðir verði eg lagdur undir at ásanna, at ov nógv verður drukkið á báti - og tað betýðir: tá vit sigla. Tað er beinleiðis lygn!!! Tað sigi eg ikki, og tað havi eg ongantíð sagt.

Eg ásanni, at tað er keðiligt, at nakrir/fleiriikki taka tað í nóg stórum álvara, tað at sigla, Og so sæst í innslagnum, at eg sigi, at vit ikki eru rúsað, tá vit sigla. Og kvf. leggur meg undir at siga, at tað verður drukkið á báti.

Høvuðsboðskapurin hjá kvf. var, at bátafólk drekka ov nógv og drekka ov nógv á bátastevnum. Tað segði tíðindaleiðarin í tlfsamrøðu, eg hevði við hann aftan á sendingina. So tann veruligi dagsordanin var, at fáa tað fram: at bátafólk drekka ov nógv, hóast eg segði, at eg vildi tosa um trygdina, men tað var opinbart ikki høvuðsboðskapurin hjá kvf.

Teir bera jú skeiv tíðindi, við fleiri ferðir at siga, at ein triðingur av teimum, sum vóru á bátastevnu, vóru ov rúsað til at kunna sigla. Løgreglan kannaði jú ikki øll, so talan var bert um, at ein triðingur av teimum, sum blástu í tólið, sum høvdu ov nógv. Og í Hvalvík vísti alkometrið onki promillutal - bert positiv og negativ . so ongin veit, hvat promillutalið var, og lógin hevur 3 promillumørk: 0,2; og 0,4 - og onki mark, og tá metir politiið, um skiparin er førur fyri at sigla bátin -so hvør var førur fyri at sigla, veit ongin. Men kvf sigur í degi og viku, at ein triðingur av luttakurunum var ikki førur fyri at sigla.

Eg haldi, at tað stóð á portalinum, at uml 25 blástu í alkometrið. Um tað nú var ein triðingur, sum vísti positivt, so eru tað gott 8, og í Hvalvík mundu vera minst 150 fólk, so tað kann absalutt ikki kallastnakar mentanartrupuleiki. Eg má viðganga, at eg tíverri ikki var nóg uppmerksamur, tá Jan Lamhauge tosaði um ein triðing av stevnuluttakarunum, og eg ikki rættaði beinanvegin, at tað var ein triðingur av teim kannaðu. Og kvf vil ikki koma við eini beinleiðis rætting, men bert ein jánkaslig viðmerking, at kvf meinti ein triðing av teim kannaðu.

Kvf:hav opnan dagsordan, tá tit tosa við fólk, og lat vera við at spilla bátafólk út!!!

Og eg vil hava avsannað, at eg sigi, at bátafólk drekka ov nógv á báti, tí tað er ein genaralisering, sum ikki passar, og sum eg ikki havi sagt!!!

Við bátakvøðu

Jegvan Bæk, form. í Tórshavnar Bátafelag.