Jákup væntar at tað verður ein tryggur sigur til NSÍ móti 07 Vestur

ítróttur07-04-2018 - 12:17 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Jákup Ósá: 

NSÍ - 07 Vestur 1

Eins og KÍ so er NSÍ stórfavorittur á heimavølli móti niðasta liðnum í deildini. Í fjør vann NSÍ allar fýra dystirnar móti 07 Vestur og fleiri ferðir var talan um stórsigrar. NSÍ vann trupla útidystin móti Víkingi, og tí er úrtøkan hjá NSÍ á góðari leið fyrstu trý umførini, hóast tap á heimavølli móti KÍ. 07 Vestur hevur kanska sæð út sum veikasta liðið í deildini fyrstu umførini. Seinast vóru persónligu mistøkini av tí heilt grova slagnum og báðar teir fyrstu dystirnar var 07 Vestur greitt við undirlutan. Eg dugi illað at ímynda mær annað enn ein tryggan sigur til NSÍ. 3-0 har Klæmint A. Olsen skorar nøkur mál.

Les meira her.