Jákup B. landar á Kósini í morgin

vinna10-02-2019 - 18:35 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Jákup B., sum hendan túrin hevur roynt norðanfyri, kom í gjár á Klaksvík við 150.000 pundum, so gott sum øll veiðan er toskur og hýsa.

Teir landa á Kósini í morgin, hvat teir selja fyri vita vit ikki, men talan verður helst eisini um ein góðan túr í pengum.

Veðrið gjørdist so ólagaligt norðanfyri í gjár, at ikki varð roynandi.