Jafet Thomassen hevur í mars málningaframsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági

mentan02-03-2017 - 19:51 - Jóanis Nielsen

Jafet er sjálvlærdur, hann hevur ikki málað so nógv seinastu árini. Hann byrjaði tó aftur, so hann hevur nakrar nýggjar málningar til hesa framsýningina.

Honum dámar væl at síggja eina vakra mynd, eitt nú úti í náttúruni, fyri síðan at føra vakurleikan yvir á lørift. Hetta sæst eisini á motivunum.

Jafet er sørvingur, yngsti sonur navnframa Theodor Thomassen, sum bleiv elsta fólk, sum enn nakrantíð hevur livað í Føroyum.