Jacob: KVF er ein hóttan ímóti demokratinum

Politikkur07-03-2017 - 22:23 - Jóanis Albert Nielsen

Í kvøld beit KVF høvdið av allari skom. Óhugnaligt, at slíkt kann bera til.
Samstarvið ímillum makthavararnar í Føroyum og KVF kom týðiliga til sjóndar í kvøld, í tí sum skuldi eitast fyri at vera eitt kjak.
Makthavararnir hava tann rætta politiska litin. Fyrrverandi skrivarin hjá Høgna Hoydal á Fólkatingi royndi at koma Høgna til hjálpar, og verja hansara óbrúkiliga uppskot.
Bárður Nielsen skuldi standa "skúlarætt" tí Sambandsfl. ikki kundi semjast við Høgna. Hyggjarin skuldi fáa samkenslu við Høgna, tí Sambandsfl. var so ljótur, ikki at taka undir honum.
Eftir sendingina í kvøld kunnu vit samanberast við Cuba, Kina og Norðurkorea, sum hava statsstýrdar miðlar, har bert sjónarmið hjá magthavarunum verða vard.
Slíkt eigur ikki at verða góðtikið, og hevði fingið fylgjur í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við.