Myndin:

Á myndini síggjast frá vinstru: Kári Johansen, arbeiðsleiðari hjá J&K. Petersen, Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, Súni Christiansen, verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen, Pætur Húsgarð, PB Consult, Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen og Hans Haraldsen, HMP Consult

J. &. K. Petersen: 1. byggistig avhendað til IRF í Nýggjheiðum, Kvívík

vinna29-05-2020 - 19:55 - Jóanis Nielsen

J&K Petersen Contractors hava í dag avhendað 1. byggistig av arbeiðinum í sambandi við gerð av nýggjum tyrvingarplássi, ið IRF letur byggja í hagapartinum í Nýggjheiðum millum Kvívík og Vestmanna.

1. byggistig hevur umfatað gerð av eini 270 m langari uppsamlingsveit og betonggarði undir tyrvingarplássinum umframt gerð av reinsiskipan við sandfangum og olju skiljarum.

Hegn er uppsett um alt tyrvingarplássið. Eisini er løgd uml. 1.900 m long rørleiðing frá nýggja tyrvingarplássinum og gamla niðurlagda tyrvingarplássinum, sum er har nærhendis, og oman gjøgnum brattan undir landsvegnum og út á sjógv.

Hóast tað mesta av arbeiðinum er framt á háveturstíð, hevur tað gingið skjótt og væl.

IRF er byggiharri fyri verkætlanini og PB Consult og HMP Consult hava staðið fyri projekteringini og eftirlitinum.

Í løtuni er J. &. K. Petersen í gongd við 1. part av 2. byggistigi, sum umfatar spreinging og flyting av gróti og planering av økinum. og planering av økinum. Hetta arbeiðið skal vera liðugt 24. Juli 2020.