Yvir 400 børn á fótbóltsskúla


Seinnapartin í gjár byrjaðu tveir teir fyrstu fótbóltsskúlarnir, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við feløgunum kring landið. Tilsamans verða ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar á skránni í summar. Fótbóltsskúlarnir hava í nógv ár verið ein fastur partur av fótbóltsárinum og eitt ótal av børnum hava hesi árini luttikið.





Hesir báðir fótbóltsskúlarnir eru í Tórshavn og á Toftum, og teir verða fyriskipaðir saman við HB og B68. Fleiri enn 400 børn høvdu funnið gaggurnar fram til teir báðar fótbóltsskúlarnar, ið halda fram í dag. Børnini, ið luttaka á fótbóltsskúlanum eru frá 6 til 14 ár og koma frá nógvum ymiskum feløgum kring landið.





- Vit fegnast um, at áhugin og undirtøkan fyri fótbóltsskúlanum aftur í ár er sera góð, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots-samskipari hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.





Longu mánadagin byrjar triði fótbóltsskúlin, ið verður á vøllinum á Argjum, har AB skipar fyri. 





Hinir báðir fótbóltsskúlarnir vera í Hólmanum á Eiði (12. og 13. juli 2019) og á Dungasandi í Sørvági (15. og 16. august 2019).