Vit skulu øll gjalda fyri Suðuroyartunnilin


Okkara framtíðar samferðslukervi skal síggjast sum ein heild, eisini tá tað um útbyggingar ræður og ikki minni fíggingina av hesum útbyggingum.



Eg fari als ikki at góðtaka, at ávísar farleiðir bara verða pilkaðar burtur úr heildini at fíggja aðrar farleiðir, meðan onnur onki skulu gjalda.



Eitt nú skal ferðslan ígjøgnum Vágatunnilin og hinir undirsjóvartunlarnir ikki einsæris áleggjast at rinda meira fyri ein komandi Suðuroyartunnil enn ferðslan á øðrum farleiðum.



Vit skulu sum skjótast fara undir at gera Suðuroyartunnilin, men tað skal verða á einum samhaldsføstum grundarlagi – tað er, at vit øll og ikki bara summi lyfta í felag; tað kann vera við brúkaragjøldum, avgjøldum, skatti ella einari kombinasjón av ymiskum gjøldum.



Í miðlunum hevur Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, gjørt greitt, at hann gongur inn fyri einari samhaldsfastari fígging av einum komandi Suðuroyartunli, soleiðis sum ein arbeiðsbólkur eisini mælir til í einum spillfeskum áliti um hesa Føroya so nógv størstu byggiverkætlan.



Hesum taki eg fult undir við, men eg ivist í, um eg og Heðin hava somu fatan av, hvat liggur í hugtakinum samhaldsføst fígging.



Tí í Sosialinum grundgevur landsstýrismaðurin soleiðis fyri, hví hann heldur tilmælið hjá arbeiðsbólkinum um at leggja allar undirsjóvartunlarnar í eitt felag vera skilagott:



“Vit eiga at hava eina samhaldsfasta skipan, og tað er púra greitt, at skal allur kostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin takast av fíggjarlógini, verður tað ógvuliga møtimikið fyri ikki at siga ómøguligt. Tí verður neyðugt at fíggja ein part av honum við bummgjøldum, eisini úr verandi undirsjóvartunlum.”



Men skulu verandi undirsjóvartunlar einsæris pilkast úr rúgvuni at bindast til fíggingina av Suðuroyartunlinum, so er tað ikki samhaldsfast. Tað er tað øvugta av samhaldsfesti.



Alt hetta valskeiðið hava fundir verið í smærri og størri bólkum í samgonguni um, hvussu vit skulu skrúva okkara samferðslukervi saman fyri nútíðina og eftirtíðina. Ongin loysn er funnin, men breið semja hevur verið um, at okkara samferðslukervi skal vera samhaldsfast. Vit skulu øll lyfta í felag, soleiðis at allir føroyingar í mest møguligan mun verða javnsettir, bæði tá tað ræður um at verða bundnir saman við farleiðum, og tá tað ræður um at fíggja hesar farleiðir og viðlíkahaldið av teimum.



Eg havi sjálvur tikið lut í nógvum av hesum fundum, og bæði har, í rættarnevndini, á samgongufundum og í almennum greinum havi eg gjørt púra greitt, at eg ikki taki undir við, at hvørki Vágatunnilin ella Norðoyatunnilin verða drignir inn í fígging av øðrum verkætlanum, fyrr enn ein nýggj politisk avgerð verður tikin um verandi tunnilsgjøld.



Tí tað er yvirhøvur ongin ivi um, at politiska skipanin um aldarskiftið sannførdi vágafólk – og nevnd og leiðslu í tunnilsfelagnum – um, at tunnilsgjaldið fór at verða strikað, tá lánsfíggingin var afturgoldin. Lánið í Vágatunlinum er langt síðanni afturgoldið. Nøkulunda somu væntanir vóru skaptar eitt sindur seinni við Norðoyatunlinum.



Men lyftið um at strika tunnilsgjaldið er ikki hildið, og annaðhvørt skulu vit syrgja fyri, at tað verður hildið, ella skal ein nýggj politisk avgerð takast um tunnilsgjøldini. Tað er tað minsta, brúkararnir av hesum tunlum hava krav upp á, áðrenn hesar farleiðir verða fløktar upp í aðrar verkætlanir.



Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi