Fiskastykkið fer í vetur at skipa fyri tiltøkum av ymiskum slagi. Leygarkvøldið 2. novembur verður forkunnugt víntiltak við vínfrøðinginum úr Sandavági, Jóhan Gardar. Jóhan hevur drúgvar royndir sum sommelier í Keypmannahavn, og kemur nú heim til Føroya at geva av sínari vitan og eldhuga fyri víni.
Fiskastykkið skrivar soleiðis um tiltakið:
Kom og frøist, frøðist um vínið.
Prísur: 425 kr.
Fiskatapas og livandi tónleikur
Aftaná víntiltakið verður opið fyri øllum á Fiskastykkinum, har borðreitt verður við einum tapastallerki við ymiskum smáum fiskarættum. Til ber at bíleggja borð á tlf. 250600 ella við at skriva til okkum á facebook.
Eisini koma Sámal Ravnsfjall og Ronni Nielsen á pallin.
Fiskastykkið