Valborg vann gull í 1/2 marathon

Øssur Debes Eiriksfoss vann silvur í trístøkk, har hann eisini setti nýtt føroyskt met. Øssur leyp 14.34 metrar. Vinnarin var Carl Morgan hann leyp 15.37 metrar. Á 3 plássi kom tvillings beiggjin hjá Carl, Carlos hann leyp 14.10.

Rebekka Fuglø rann væl, hon kappaðist um 3 plássið, men so datt Rebekka beint áðrenn mállinjuna. Rebekka kom so á mál á einum 7 plássi.

Marnar Djurhuus startaði á 1/2 marathon, men hann valdi at gevast aftaná 6 km - Marnar fekk krampa í lærið.

Valborg Heinesen vann 1/2 marathon hjá kvinnum og tað gjørdi hon so ótrúliga flott. Valborg kom á mál við tíðini 1.25.37. Næsta sum kom á mál, kom 1 min aftaná Valborg.