Vágs kommuna gongur undan á renovatiónsøkinum


Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt við miðvíst við orku-, umhvørvis- og renovatiónsspurningum í kommununi við politikki undir heitinum “Vágs kommuna á grønari leið”. -Og nú verða týðandi stig tikin á renovatiónsøkinum, har húsarhald í Vágs kommunu fara undir at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.





Á býráðsfundinum mándagin 27. Januar 2020 varð løgd fram frágreiðing um NÝSKIPAN OG NÝHUGSAN AV RENOVATIÓNSØKINUM – VÁGS KOMMUNA Á GRØNARI LEIÐ.





Í grannalondum okkara hevur tað verið púra vanligt í nógv ár, at húsarhald skilja rusk heima við hús, og sjálvandi eiga vit eisini at fara undir hetta í Føroyum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri – og er hetta eisini orsøkin til, at vit hava valt at fara undir skipan, har húsarhald í Vágs kommunu skulu skilja lívrunnað tilfarið frá vanliga húsarhaldsruskinum.





Vit hava fyrireika ætlanini í 2-3 ár og á býráðsfundinum mánakvøldið varð býráðið kunnað um hvussu nýggja ætlanin verður skipað og sett í verk – og í mars fara fyrstu húsarhaldini at skilja lívrunna tilfarið frá vanliga húsarhaldsruskinum, sigur Dennis Holm. -Vit hava sett okkum framsøkin mál, tí málið er, at nøgdin av ruski, sum verður flutt til brennistøðina hjá IRF á Hagaleitið at brenna, verður minkað við 20-25% fram til 2022.





Borgarstjórin greiður frá, at almennur borgarafundur verður í seinnu hálvu av februar, har ætlanin verður løgd fram og verða húsarhald í Vágs kommunu tá eisini boðin at verða partur av skipanin. Fyrstu mánaðirnar kemur skipanin at fevna um í minsta lagi 30 húsarhald. Í mars fara tey fyrstu húsarhaldini at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum. Lívrunnað tilfarið verður savnað saman í kommunalari kompostskipan, har lívrunna tilfarið verður gjørt til kompost. Komandi 12-18 mánaðirnar verður skipanin víðkað til at fevna um øll húsarhald í kommununi.





Vit gleða okkum at fara ígongd við hesa ætlan og tað er eisini spennandi sum kommuna at ganga undan á renovatiónsøkinum, men lítið er at ivast í, at um nøkur ár verður tað púra vanligt at húsarhald í Føroyum skilja rusk heima við hús, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.





Frágreiðingin NÝSKIPAN OG NÝHUGSAN AV RENOVATIÓNSØKINUM – VÁGS KOMMUNA Á GRØNARI LEIÐ er viðheft í pdf-formati.