Vága kommuna hevur góða umboðan í Løgtinginum

Í dag eru trý umboð frá Vága kommunu í løgtinginum tey eru Rósa Samuelsen, varaborgarstjóri, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, og Jóhannis Joensen, býráðslimur.

Rósa var vald inn við 314 atkvøðum og Eyðdis fekk 210 atkvøður og er varafólk, men hevur tikið sæti á tingi fyri Jóhan Dahl sum er í farloyvi. Tær báðar stillaðu upp fyri Sambandsflokkin. Jóhannis stillaði upp fyri Javnaðarflokkin og var hann valdur inn við 285 atkvøðum.

Umframt tey trý so er Jørgen Niclasen úr Sørvági landsstýrismaður í fíggjarmálum.