Útlánsvøksturin til vinnuna er linkaður

 Landsbankin:

Útlán til vinnuna stóðu næstan í stað í 2019 samanborið við undanfarin ár. Vinnan stóð fyri einum góðum triðingi av útlánum úr føroyskum peningastovnum. Samlaðu útlánini hjá føroyskum peningastovnum vóru 15,6 mia. kr. við ársenda 2019 og av hesum stóð vinnan fyri 5,6 mió. kr.

Útlán til vinnuna vuksu væl seinni í 2019 enn undanfarin ár. Útlánsvøksturin var 1% við ársenda 2019. Hetta er nógv minni enn við ársenda 2018, tá ið útlánsvøksturin var 6%. Útlán hjá føroyskum peningastovnum til vinnuna vóru umleið 5,6 mia. kr. við ársenda 2019. Tað er ein góður triðingur av samlaðu útlánunum á 15,6 mia. kr. Við vinnu verður sipað til bæði privatar og almennar fyritøkur í Føroyum. Danskir peningastovnar veita ikki nógva fígging til føroyskt vinnulív. Verða útlán frá donskum peningastovnum tald við, er útlánið til vinnuna tilsamans 5,9 mia. kr.

Fleiri orsøkir kunnu vera til, at vøksturin í útlánum til vinnukundar er minkaður so nógv. Negativu renturnar, sum komu í gildið fyri vinnukundar í 2019 eru ivaleyst ein partur av frágreiðingini. Sannlíkt er, at vinnukundar rinda skuld niður heldur enn at hava pening á bók til negativa rentu.

Vøksturin í útlánum til vinnuna frá føroysku peningastovnunum var um 1% við ársenda 2019 (Mynd 1), men verða útlánini hjá donsku peningastovnunum eisini tald uppí, var hann 3% við ársenda 2019.

Av útlánum á 5,9 mia. kr. til vinnuna eigur ráevnisvinnan umleið 1 mia. kr., framleiðsluvinnan 1,4 mia. kr., tænastuvinnan 3,1 mia. kr., og restin (400 mió. kr.) er ókent (Mynd 2).

Útlán til ráevnisvinnu og framleiðsluvinnu, eru ikki økt nógv í mun til árið fyri. Meginparturin av ráevnisvinnuni er fiski- og alivinna, og í framleiðsluvinnuni eru millum annað ídnaður og byggivinnan. Í tænastuvinnuni eru serliga útlán til gisti- og matstovuvinnuna vaksin í 2019. Upphæddin, ið lænt verður út til gisti- og matstovuvinnuna, er lítil samanborið við aðrar geirar, men útlánini til hesa vinnu eru økt við einum triðingi í 2019, sum er ein lutfalsliga stórur vøkstur.

Landsbankin heldur eyga við útlánsvøkstrinum. Er hann størri enn vøksturin í búskapinum, kann vandi vera á ferð. Millum annað vuksu útlánini undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 munandi skjótari enn búskapurin. Sambært framrokning hjá Hagstovuni vaks búskapurin (BTÚ) við 6,6% í 2019 meðan vøksturin í útlánum hjá føroyskum peningastovnum var væl lægri enn tað hetta árið.