Uppskot um at javnseta privata og almenna bústaðabygging


Løgtingsmál nr. 129/2017: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðabygging






Uppskot



til



samtyktar





Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum tryggjar privatum somu treytir fyri bústaðabygging, sum almenna felagið Bústaðir fær.





Viðmerkingar
Almenna Bústaðir hevur munandi betri kappingartreytir enn tað privata.



Landsstýrið hevur hug at finnast at privatum, tá tað heldur átti at tryggjað javnar kappingartreytir fyri at tryggja, at verulig ferð kemur á bygging av leigubústøðum.



Vit vilja øll fáa fleiri leigubústaðir. Men tað almenna er ein stór forðing fyri meirbygging. Almenna Bústaðir hevur óendaligar fyrimunir fram um privat, og tí hendir so lítið. Ójøvn kapping skapar kyrrstand.



Munurin í kappingartreytunum er øgiligur. Búðstaðir fær ókeypis grundøki frá kommunum, meðan privat mugu rinda fyri grundøki. Í Tórshavn tosa vit um milliónir fyri grundøkið.



Bústaðir hevur almennar pengar og hevur við í síni útrokning av leigu, at 70% av byggi­kostnaðinum skulu forrentast yvir 30 ár.



Tað merkir, at 30% av kostnaðinum ikki skulu forrentast í 30 ár.



Latið okkum taka eitt dømi um aktuella bygging av lestrarbústøðum:



Finsen. Tórshavnar Kommuna hevur latið grundøkið og bygningin fyri 1 krónu. Harafturat hevur kommunan bundið seg til at rinda uml. 16 mió. kr. fyri klimaskerm við meira.



Búðstaðir sleppur harumframt undan at forrenta 30% av kostnaðinum, tí tað ger almenni pengakassin.



Í Marknagili hevur sp/f Mark bygt lestraríbúðir. Felagið hevur rindað milliónir kr. fyri grundøki og planering. Eingin stuðul frá kommununi og landið rindar ikki tey 30% av kostnaðinum, sum landið ger fyri Bústaðir.



Ein privatur má jú rinda kostnaðin og tað er bara leigarin at senda rokningina til. Almenna Bústaðir kann í staðin undirbjóða leiguprísin, og tað gera tey.



So kappingin er óhugnaliga ójøvn.



Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003, stendur í §44:



§ 44. Føst ogn hjá kommununi má ikki seljast, uttan so, at ognin frammanundan hevur verið boðin út alment. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdina við almennum útboði umframt reglur um, at ávísar ognir kunnu undantakast almennum útboði.



Í kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn er ásett, hvørji undantøk kunnu gerast. Har stendur í § 2:



§ 2. Fastogn nýtist tó ikki at verða boðin alment út, um talan er um



1. sølu til landsmyndugleikar, kommunu ella kommunalan felagsskap, sbr. § 57 í kommunustýrislógini,



2. sølu til felag, stovn v.m., sum kommunan lógliga kann veita stuðul,



3. sølu av økjum, ið eru minni enn 300 m² til víddar og sum tað ikki sjálvstøðugt kann verða bygt á ella



4. kommunalar útstykkingar o.l., har tillutan og prísáseting fara fram eftir framman­undan ásettum reglum.



Bústaðir er ein almennur grunnur og tí ikki landsmyndugleiki.



Landsstýrið er eftirlitsmyndugleiki og skal tryggja, at kommunustýrislógin verður hildin. Men landsstýrið letur sum einki.



Landsstýrið átti at tryggjað privatum somu sømdir, sum almenna Bústaðir fær. Ynskir landsstýrið, at grundøki og møguliga bygningar skulu latast fyri einki, má tað galda fyri øll. Ynskir landsstýrið, at 30% av byggikostnaðinum ikki skulu forrentast, má tað eisini galda fyri privatar byggiætlanir.



Tá høvdu privat kunnað bjóðað munandi lægri leiguprís til tey lesandi og til onnur.



Heldur enn at javnstilla kappingina boðar landsstýrið frá, at ætlanin er at endurtaka Finsen við at geva bygningar á Frælsinum fyri einki til almenna Bústaðir.



Søgan hevur prógvað, at privat duga betur enn tað almenna. Og tað mest eyðsýnda: tá hevði verulig gongd komið á bústaðabygging.



Tað almenna er, við Bústøðum, størsta grundin til, at bústaðir vanta.



Uppskotið leggur upp til, at landsstýrið tekur støðu til, hvussu bústaðabygging skal vera í framtíðini og gevur øllum somu karmar.







Á Løgtingi, 7. mars 2018





Jørgen Niclasen