U19-genturnar komu í finskt ódnarveður


Føroyska U19-landsliðið við gentum kom í rættuligt ódnarveður, tá tær seinnapartin leygardagin spældi móti Finnlandi. Úrslitið gjørdist 11-0 til Finnland.



- Hetta var ein ræðulig uppliving. Finsku genturnar vístu onga náði!




So greiður er venjarin, Pætur Clementsen, tá hann skal seta orð á EM-undankappingardystin hjá U19-landsliðnum við gentum, sum leygardagin tapti heili 11-0 fyri Finnlandi.




- Vit fingu eina rímiliga góða byrjan, og í hálvleikinum var “bara” 3-0 til Finnland. Men í seinna hálvleiki gekk heilt gali. Í einum tíðarskeið upp á 15 minuttir skoraðu finsku genturnar seks mál. Vit mugu bara staðfesta, at hetta var eitt rættuligt kollaps, sum kemur fyri av og á – tíbetur ikki so ofta longur – hjá føroyskum landsliðum.




- Nú skulu vit fáa hendan dystin úr kroppinum – og kanska serliga úr høvdinum – og síðani fyrireika okkum til dystin móti Litava, sum vónandi og væntandi verður eitt sindur javnari, sigur Pætur Clementsen, venjari, og leggur afturat, at tey annars hava tað gott í Vasaa í Finnlandi.




Seinasta umfar í EM-undankappingini verður spælt týsdagin. Mótstøðuliðið tá verður sum sagt Litava, sum í sínum fyrstu dystum hevur tapt 9-0 fyri Finnlandi og 5-0 fyri Kekkia