U17-landsliðið fær sín elddóp

Í dag byrjar European Open í Gøteborg í Svøríki, har føroyska U17-landsliðið við monnum skal taka lut.



Hetta verður fyrstu ferð, at føroysku leikararnir, sum eru føddir í 2002 og seinni, skulu vera við í eini altjóða kapping. Tað serstaka við hesum aldursbólki er eisini, at 14 av 16 leikarum ganga á hondbóltsakademiium uttanlands.



Føroyar skulu spæla tveir dystir í morgin. Fyrri er móti Noreg og seinni er móti Spania. Føroyar eru í bólki við Noreg, Spania, Ísrael, Estlandi og Georgia.



Venjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, hava úttikið sekstan leikarar til uppgávuna.



LandsliðshópurinMálverjar:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern



Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam Djurhuus, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure



Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg



Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil



Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM



Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71



Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Tórndarson Frýdal, H71