Tyrlan var sjúkraflutning men fekk ikki lent í Havn

Klokkan 23:12 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa ein persón av Suðuroynni, og norð á Landssjúkrahúsið.

Tað var nógv toka í gjár, men boð blivu sent eftir tyrluni hjá Atlantic Airways. Tyrlan fór til Froðba eftir persóninum, og setti kósina ímóti Landssjúkrahúsinum. Har gjørdist skjótt greitt, at tyrlan ikki kundi lenda vegna mjørka. Tyrlan setti síðani kós vestur á flogvøllin, har sjúkrabilur tók ímóti, og flutti persónin á Landssjúkrahúsið.