Tunlakostnaður


Vegir og brýr verða ikki hildin við líka. Eru afturúrsigld eini 400 miljónir!





Einans ein fimtingur av bilainntøkum landsins fara til vegasambandið. Restin er bilskattur sum fer í “stóra pott” og eisini til sjálvavgjørda politikkarapansjón!





Vit hava gjørt fleiri “privat-almenn” tunlafeløg sum sjálvandi hava nevnd, stjóra, starvsfólk umframt advokat- og grannskoðarahjálp.





Vit koma ikki burtur úr gjaldinum fyri undirsjóvartunlarnar, sum segðist at vera fyri at gjalda lán aftur við. Gjaldið minkar um samfelagsgagnið av íløgunum.





Og Løgtingið hevur lóggivið vegamyndugleikan frá Landsverki og til okkurt privat norskt felag!



Hevði Mikkjal Helmsdal vita!





Tað er ikki gott fyri tey ið búgva og virka “hinumegin” tunlarnar at hava tunnilsgjald! Og heldur ikki fyri samfelag og fólk sum heild.





Vit eiga at gera eina samhaldsfasta gjaldsskipan!



Vit hava seinastu øldina arbeitt miðvíst fyri at skapa betri og betri samferðslumøguleikar. Og serliga síðani fimtiárini.



Síðani seint í áttatiárunum eru undirsjóvartunlar komnir afturat vegakervinum, og nú sær út til at vit fara at fáa sjálvt Suðuroy “við í vega-Føroyar”. Tað er ótrúligt og gott fyri land og fólk!





Men vit mangla at fáa eina gjaldsskipan uttan “bummgjald”.





Tøkniliga er væl gjørligt at øll koyritól fáa ein dims ísettan sum boðar eini telduskipan frá um koyring. Síðani verður goldið samvirkandi fyri veganýtslu, vegaíløgur og viðlíkahald!



Eisini mugu vit av trygdarávum fáa hegnað fleiri vegastrekki.



Soleiðis hevði ein pansjonistur íð einans koyrir til handils eina ella tvær ferðir um vikuna ikki goldið nógv. Meðan hann sum koyrir nógv hevur størri gjald, eins og tyngri akfør.



Hetta gjald kann eisini samskipast við ymisku gjøldini vit hava nú.



Sjálvandi fáa vit soleiðis bæði samhaldsfesti og samfelagsnyttu úr íløgunum.



Tey akfør íð brúka kervið mest gjalda mest!



Tey sum sjálvdan brúka sjótunlar halda kanska ikki at henda skipan er serliga góð, men vit kunnu siga at tað eisini verður goldið fyri koyrimøguleika.



Eisini mugu skipanir gerast fyri útlendskar bilar og ferðafólk, og ikki sum nú við “ókeypis” skattagoldnu bussleiðini í Havn!





So er tað spurningurin um hesir dimsar og skipanir vera munandi bíligast at keypa úr Kina og soleiðis gerast til stórpoltikk og verða til eitt trygdarmál fyri “Rigsfællesskabet”!



Hvør tá hevur avgerðarrættin vita øll!





Livst so spyrst!



Hanus Vang