Tróndur í Gøtu og Tasiilaq koma á Fuglafjørð seinnapartin

 Tróndur í Gøtu og grønlendska skipið Tasiilaq skulu landa til Havsbrún, Tróndur fer á Runavík at bíða eftir landingartørni og Tasilaq fer á Skála, har teir hava onkrar tekniskar trupulleikar, sum skulu fáast frá hondini, áðrenn teir landa í Fuglafirði.

Tróndur hevur 2.600 tons og Tasiilaq hevur 300 tons, teir brutu túrin av, tí teir høvdu onkrar tekniskar trupulleikar.

Borgarin er júst liðugur at landa, nú landar Finnur Fríði, so skal Tasiilaq landa og týsmorgunin landar Tróndur í Gøtu.