Tríggir ungir mans blivu tiknir í Sandavági í nátt

Um 5 tíðina í morgun blivu tríggir ungir mans í Sandavági meldaðir, tí teir loystu vegbungur í bygdini, og fóru síðani avstað við teimum, tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini við Dimma.fo.

Dimma.fo skrivar víðari at løgreglan fann skjótt bilin hjá teimum, og skuldu teir festa vegbungurnar aftur, meðan løgreglan hugdi at.

Hetta er tó ikki fyrstfer at vegbungurnar eru loystur í Sandavági.