Tríggir tilburðir staðfestir afturat - ein persónur er innlagdur


Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 121.107 kanningar.



Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina. Í gjár vórðu 1675 kanningar gjørdar.



Tilsamans hava nú 451 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 416 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.



Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.