Tríggir filmar fingið virðisløn

Mánadagin 5. nov. vórðu
vinnararnir av filmskappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnir
til hátíðarhald í Perluni í Tórshavn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í
umhvørvismálum, handaði vinnarunum eina peningagávu og føroyskar plantur frá
Skógrøktini.



Filmurin “Papp-dukkuhúsið”
vann kappingina.
Filmin hevur
11 ára gamla Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni.
Grundgevingin hjá dómsnevndini ljóðaði soleiðis: “Gjøgnumhugsaða hugskotið,
fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av
pappíri og pappi gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann
besta í kappingini.



Her
ber til at síggja vinnarafilmin



Á øðrum plássi var filmurin
“Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjá
dómsnevndini var hendan: “Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða
røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at
dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.”



Her
ber til at síggja filmin, sum fekk 2. virðisløn



Á triðja plássi var
“Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini miðlakunnleiki á Glasi hava gjørt
saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.

Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og
einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann
triðbesta í hesi kappingini.



Her
ber til at síggja filmin, sum fekk 3. virðisløn



Allir tríggir filmarnir fara at
vera at síggja í “Gevið
gætur” sendingunum hjá Kvf 
seinni í vetur.



Tað var í juni mánað í ár, at
Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um,
hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ein
norðurlendsk frágreiðing vísir, at í Føroyum ber til at tvífalda mongdina
av pappi og pappíri, sum fer til endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnast um sera
góða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar, ið á sera ymiskan og kreativan
hátt hvør í sínum lag varpaði ljós á pappírsendurnýtslu.



Dómsnevndin gjørdi av at lata
trimum teimum bestu filmunum ein vinning.



Í dómsnevndini sótu:

Beinta Haraldsen, Klippfisk

Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk

Sissal Evudóttir Lervig, IRF

Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna

Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið

Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan



Filmskappingin varð fíggjað
av smásamfelagsbólkinum undir
Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var Maria
Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók
stig til kappingina.