Tørvur á at leggja á annan bógv


Eg eri Anna Margretha Otthamar og stilli upp til komandi løgtingsval fyri Miðflokkin.





Fyrstu ferð eg alment sýndi áhuga fyri politikki var í 2016, tá eg stillaði upp til býráðsvalið á uttanflokkalista í Tórshavnar kommunu. Eg var sera væl nøgd við undirtøkuna, eg fekk, og gevur hetta mær áræði at bjóða meg fram aftur, hesa ferð til løgtingsval.






Míni hjartamál eru:



· Rætturin til lívið hjá øllum óføddum



· Skúlamál



· At fáa gjøgnumskygni á pensjónsøkinum



· Liviligari umstøður fyri okkara eldru



· Góðar karmar fyri vinnuna



· Burðardyggar orkuloysnir



· Lægri avgjøld og eykaskattir, so sum kringvarpsgjald og vegskatt



· Prístalsjavnan inn aftur í lønarsáttmálarnar






Hví Miðflokkin?



Tí kristna lívsáskoðanin er besta grundarlagið fyri einstaklingin og samfelagið, og vit hava bestu loysnirnar.





Farna valskeið eru samfelagsligar broytingar framdar, ið ikki eru landi og fólki at frama. Tískil síggi eg tørvin á at bjóða meg fram sum málgagn vegna veljarar, ið hugsa sum eg, at okkum tørvar at leggja á annan bógv.






Sjálvsagdur rættur til lívið



Frammarlaga í mínum huga er at verja rættin til lívið hjá øllum óføddum. Hesi, ið ikki enn hava eina rødd, skulu tryggjast rættin til lívið og til sjálvi at kunna tala sína søk. Hvør kann annara vegna avgera, at lívið ikki er ella verður virðiligt at liva? Hetta er ein útsøgn, sum stundum verður brúkt sum orsøk til fosturtøku. Og hvussu kunnu vit sammeta týning av mannalívi við hetta at taka fugl ella seyð? Hetta er snøgt sagt als ikki sambæriligt og sera óvirðiligt fyri eina sokallaða framkomna tjóð, at slíkt kemur fyri. Vit, sum í dag hava eina rødd at gera vart við okkara meining, hava henda framíhjárætt, júst tí vit fingu høvi at verða fødd.





Landspolitikk á breddan



Eg fari at virka fyri skynsomum raðfestingum í landsbúskapinum. Ein aktivur fíggjarpolitikkur inniber neyva stýring av íløgum. Hetta til tess at búskaparliga javna út ávirkanina av góðum og vánaligum tíðum, soleiðis at liviligt verður, bæði tá viðgongd og mótgongd er fíggjarbúskaparliga. Í upphitaðari tíð, sum er nú, eigur landið at hava neyva stýring og eftirlit við íløgum, so niðurlagingin ikki verður ov ógvislig, tá ferðin á búskaparvøkstrinum gerst minni. Tað er sera umráðandi, at landspolitikkur verður førdur aftur, tí seinnu árini hevur nevniliga alt ov nógvur lokalpolitikkur verið førdur. Eg vil virka fyri landspolitikki, ið verður øllum Føroya fólki at frama.





Tí bjóði eg meg fram sum valevni hjá Miðflokkinum og hevði verið takksom at fingið tína atkvøðu.





Gongur tú við hesum somu hjartamálum fyri land og fólk okkara – so set kross við Miðflokkin ella eitt av valevnum hansara!