Tíðindaskriv - Nordisk rusmiddel seminar 2019


Í dag og komandi tveir dagarnar luttaka umboð frá Fólkaheilsuráðnum á Nordisk rusmiddel seminar, sum verður hildið í Nuuk. Í fjør var Fólkaheilsuráðið vertur fyri hesi ráðstevnu, sum var hildin í Smæruni í Havn.





Fólkaheilsuráðið luttekur fyri at tryggja, at vit vera dagførd við nýggjastu gransking á økinum.





Nordisk rusmiddelseminar (NRS) var á fyrsta sinni í 1984, og hevur síðani verið eitt felags árligt tiltak, sum er grundað á samstarv millum Danmark, Grønland, Noregi, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar. Tað eru um 40 fólk í hesum forum, sum eru málsviðgerðar, ráðgevar og fólk, sum taka avgerðir á økjum, ið viðkoma rúsevnum og rúsevnismisnýtslu. Málið við NRS er at menna fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum:





·Skapa forum fyri fyribyrgingararbeiði og umrøða strategiir, hættir og ástøði.



·Deila royndir frá fyribyrgingarátøkum



·Sínámillum kunning um dagsins spurningar og ætlanir



·Við norðurlendskum brillum umrøða ábendingar og menning í Evropa





Eitt aðalmál er at fremja samstarv ímillum Norðurlond á fyribyrgingarøkinum. Evnini, sum verða viðgjørd á seminarinum í ár, eru: atgongd og prísir, hvussu sjónligt er alkohol og marknaðarføring, politiskar rammur, drekkivanar, eldri og alkohol og kannabis og heilsa.





Rúsdrekka- og rúsevnisstøðan í Føroyum



Á seminarinum lýsir Fólkaheilsuráðið støðuna og okkara royndir í Føroyum. Vit hava eins og øll hini londini uttan Danmark einkarsølu, sum tryggjar avmarkaða atgongd til alkohol. Prísstøði er høgt í mun til tey flestu av okkara grannalondum, tó ikki so høgt, at tað eggjar til ólógligan innflutning ella heimabryggj.





WHO vísir á trýamboð, sum kunnu minka um søluna av alkoholi og hetta eru tey amboðini, vit í Føroyum brúka í dag og sum vit tí skulu vera varin við at broyta: atgongd, prísir og marknaðarføring.





Tað er tó eitt trýst frá politiskari síðu at gera broytingar soleiðis, at atgongdin gerst lættari. Fólkaheilsuráðið vísir í hesum føri á, at neyðugt er at halda fast um einkarsølu meginregluna, tí alt bendir á, at tað er tað, sum riggar. Fólkaheilsuráðið vísir á, at tess betri atkomuligheitin er, tess meiri verður selt og hareftir størri nýtsla. Fólkaheilsuráðið mælir til kontrollerandi og konservativan politikk á økinum og ynskir alla sølu samlaða í einkarsølu, harímillum verður mælt til, at styrkja einkarsøluna og framtíðartryggja Rúsuna. Hetta tí, at londini, sum eru umboðað í NRS samstarvinum eru á einum máli um, at einkarsølur er loysnin. Danmark stendur á síðulinjuni og nærmast øvundar okkum, sum hava valt hesa loysnina. ESPAD kanningin (European School Survey Project on Alcohol and Other drugs) hevur serliga víst stóra munin millum ungdóm í Danmark og hinum londunum í mun til rúsdrekka og rúsevni, har danski ungdómurin hevur nógv størri nýtslu.





Í mun til politiska trýstið um at broyta verandi skipan, so matstovur kunnu keypa rúsdrekka inn, metir Fólkaheilsuráðið, at tað hevði verið meira munadygt at ment og professionalisera samstarvið ímillum Rúsdrekkasølu Landsins og matstovurnar.





Ynski er eisini frá politiskari síðu at broyta avgjøld á rúsdrekka og her vísir Fólkaheilsuráðið á, at tað skal vera rúmprosent alkohol, sum avgerð, hvør nøgd kann innflytast og hvussu avgjøld skulu setast. Støði skal takast í 1 litri av rúsdrekka við 45 rúmprosent alkoholi, t.v.s. um rúmprosent alkohol liggur omanfyri 45 rúmprosent alkohol, vil loyvda nøgdin vera tilsvarandi lægri og avgjøldini kunnu ásetast eftir sama leisti.





Í Føroyum hava vit eina marknaðarføringslóg, sum ikki loyvir at lýst verður við alkoholi. Tó síggja vit, at lýsarar brúka hugflog og av og á megna at skáka sær undan lógini.





Drekkivanarnir eru broyttir seinnu árini og føroyingar eru farnir at drekka meira vín og minni brennivín og tað er at fegnast um. Miðalnýtslan hevur verið støðug tey seinastu árini og í 2017 var miðalnýtslan 6,5 litrar av reinum alkoholi, roknað um til litrar pr. persón yvir 15 ár. Vit hava tíverri sera fáar kanningar og tí eingi tøl at vísa til í mun til eldri og alkohol. Sambært Hagstovuni eru 11.645 persónar omanfyri 60 ár í Føroyum. Í ársfrágreiðingini hjá Bláa Krossi sæst, at 14% av teimum, sum hava verið í viðgerð hjá Bláa Krossi í 2018 vóru omanfyri 60 ár, ið svarar til 28 persónar.





Tá ið tað kemur til Kannabis og heilsu hevur Heilsu- og innlendismálaráðið sett reglur um nýtslu av kannabis sum heilivág í verk, sum eru galdandi í Danmark.





Fólkaheilsuráðið samstarvar við SSP, Bláa kross, Rúsdrekkasølu Landsins, Føroya Bjór og Okkara fyri at fáa fyribyrgingar boðskapirnar út til børn, ung og foreldur.





Fólkaheilsuráðið arbeiðir áhaldandi við fyribyrging, heilsufremjan og heilsupplýsing, og stuðlar gransking á heilsuøkinum. Av tí, at virknaðurin av forboð og ávaringum við lyftum peikifingri er ivingarsamur, leggja vit í Fólkaheilsuráðnum í dag dent á at upplýsa um, hvussu vit fáa eitt sunt og gott lív og brúka minni orku uppá at upplýsa um, hvat skapar óheilsu.





Verkætlanirnar sum Fólkaheilsuráðið arbeiðir við í løtuni eru:





·ABC fyri sálarliga heilsu– leggur dent á amboð, sum kunnu varðveita ella betra um sálarliga heilsuna – málbólkur er øll



·Fifa 11 for Health– undirvísing í sunnum lívsstíli i 5. flokkunum í fólkaskúlunum



·Everyday Hero– undirvísing í vakstrarsinnaðum hugburði og at tora at vera tann man er og skapa góðar felagsskapir – málbólkur er miðnámsskúlanæmingar