Fegnast um, at landsstýrismaðurin góðkendi semjuna

 Tíðindaskriv mánadagur 6. juli 2020 

Fegnast um, at landsstýrismaðurin góðkendi semjuna millum kommunala Arbeiðsgevarafelagið og
Starvsmannafelagið 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum loksins góðkendi
semjuna við Starvsmannafelagið. 

Tað hevur stóran týdning fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at semjan bleiv góðkend, tí talan er
um sera prinsipielt mál í mun til bæði kommunala samráðingarrættin og kommunala sjálvræði.
Nevndin í felagnum fegnast um, at allar kommunur í landinum hava staðið saman um, og stuðla
felagnum í hesum sera týdningarmikla og prinsipiella máli – og ikki minst fegnast vit um, at
starvsfólkini, sum starvast hjá kommununum nú verða eins lønt og tey hjá landinum. 

Semjan, ið varð undirskrivað tann 3. juni 2020 varð gjørd við støði í semjuni millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fyri somu starvsfólk í starvi hjá landinum. Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið metir góðkenningina at verða eina staðfesting av, at semjan leyk lógarinnar
krøv. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur vísandi til serstøku viðmerkingarnar í § 5, stk. 5 í
kommunustýrislógini tryggjað limunum hjá Starvsmannafelagnum, at tað framhaldandi verður
samsvar millum lønirnar hjá hesum starvsfólkum - líka mikið um tey eru í starvi hjá landinum ella
kommununum, teimum er tryggjað eitt javnt alment lønarlag. 

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er ikki í iva um, at felagið hevur hildið seg innanfyri
lógina og heimildina hjá felagnum at samráðast um sáttmálar á kommunala sáttmálaøkinum; felagið
hevur greitt hildið seg til ásetingina í kommunustýrislógini í § 5, stk. 5, og harvið hildið seg til
endamálið við lógarásetingini.
Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættin
hjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya Rætti. 

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er og hevur alla tíðina verið fullgreið yvir óvissu
búskaparligu støðuna í landinum í kjalarvørrinum av korona. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur
støðuna í størsta álvara; felagið hevur seinastu tíðina m.a. grundað á óvissu búskaparligu útlitini gjørt
1 ára sáttmálar – og annars tillagað samráðingarnar til gongdina í samfelagnum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer í hesum sambandi at taka upp samskifti við partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, harundir eisini Fíggjarmálaráðið um gongdina í búskapinum og ávirkanina
hendan hevur á víðari samráðingarnar. Partarnir mugu seta seg saman at umrøða støðuna og skapa
eina felags fatan av víðari samráðingunum. 

Samráðingarnar á kommunala arbeiðsmarknaðinum halda fram, tá fundir eru avtalaðir við bæði
Maskinmeistarafelagið og Heilsurøktarafelagið í vikuni. 

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 

Annika Olsen, forkvinna