Tíðindaskriv - Earth Hour 2020


Earth Hour 2020 verður leygarkvøldið 28. mars ímillum kl. 20.30 og 21.30. Tað er løtan har vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar, við at sløkkja streymin.


Orsakað av Koronavirussinum verður einki tiltak í Tinghúsgarðinum í Havn eins og undanfarin ár. Vit fara tó at flyta tiltakið yvir á sosialu miðlarnar, soleiðis at øll kunnu vera við.

Næstu dagarnar og líka til vit sløkkja fyri streyminum, kunnu tit fylgja við áfacebook.com/earthhourtorshavn, har Jón Aldará, umboð fyri Tjóðsavnið, fer at siga okkum eitt sindur um ljósdálking og lívmargfeldi í Føroyum.

Eisini fer Býarbókasavnið at viðmæla okkum bøkur um omanfyrinevndu evnir, og Hans Andrias fer at hugna um við góðum tónleiki, áðrenn forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Turið Horn, fer at siga nøkur orð og sløkkja ljósið.

Sendið ein tanka ella tveir til umhvørvið, og umhugsið, hvussu vit sjálvi kunnu gera ein mun. Fylgið við áfacebook.com/earthhourtorshavn.