Thor Omega hevur nú loyst eftir eina stóra umvæling


So hevur Thor Omega loyst, eftir at hava gjørt eina stóra umvæling hjá MEST. Tit hava virkuliga kempa fyri at umbyggingin hevur eydnast væl. Harumframt hava tit hildiđ tíđarætlan.

Stóra tøkk til projektleiđararnar Ernst Løkjá frá THOR og Jens Mohr frá MEST. Eisini ein stór tøkk til El- ervice, Radiobúđina, Demic, Gummibátatænastuna og RV tøkni.

Somuleiđis ein tøkk til øll, sum hava veriđ ein partur av projektinum, iđ ikki eru nevnd her.

Síđst men ikki minst, ein tøkk til Tórshavnar Havn.

Størsta heiđurin eiga tit øll starvsfólk hjá THOR sum kempa fyri reiđaríđiđ, so vit klára okkara kampar.
Góđan túr til skiparan Hendrik Olsen og hansara manning, nú leiđin gongur til Brasilien, har skipiđ skal arbeiđa, skrivar Reiðarin Hans Andrias Kelduberg á Facebook.