The King’s Singers syngja føroyskt kvæði

 Tá mæti vokalbólkurin fer á pallin í Norðurlandahúsinum
sunnudagin, verður m.a. eitt føroyskt kvæði á skránni.   

The Ballad of Nornagest er heiti á nýggjum verki, sum the King’s Singers hava
bílagt og góvu út í síðstu viku. Verkið er skrivað yvir føroyska kvæðið Nornagests
Rímu. 

Tá bretsku sangararnir vóru í Føroyum í 2017 hugtóku teir øll við at syngja
føroyska sangin Summarkvøld sum eykalag, og tá vístu teir, at teir væl duga at
syngja á føroyskum. Nýggja verkið verður eisini sungið á føroyskum. 

Á skránni til komandi konsertina annars verður ein góð blanding av
tónleikinum, sum The King’s Singers eru kendir fyri. Alt frá Gesualdo,
Poulenc og Macmillan til the Beatles og heilt nýggjan popp tónleik. 

The King’s Singers fáast nógv við at undirvísa og hava workshops, og áðrenn
konsertina fara tvey føroysk kór til masterclass við dugnaligu sangarunum.

 Heilt fá atgongumerki eru eftir til konsertina, sum uttan iva aftur verður ein
uppliving av teimum heilt stóru.