Teledyne bloggar um streymmátingar í Bankarennuni


Havstovan skrivar:



Undir heitinum “Twenty-Year ADCP Time Series: Monitoring Deep Overflow in Faroe Bank Channel” skrivar Teledyne Marine í einum bloggi á heimasíðu sínari um streymmátingarnar, sum Havstovan ger í Bankarennuni. Teledyne Marine framleiðir streymmátararnar, sum verða brúktir at máta rákið í Bankarennuni.




Havstovan byrjaði so smátt Í 1994 at máta rákið í Bankarennuni. Hetta var gjørt við sonevndum ADCP streymmátarum (Acoustic Doppler Current Profiler), ið vóru framleiddir av RD Instruments í USA – nú Teledyne Marine. Hendan útgerðin var nýggj tá, so onkrir byrjunartrupulleikar vóru, men saman við framleiðaranum var greiða fingin á trupulleikunum. Á sumri 1995 komu streymmátingarnar í eina fasta legu, og Havstovan hevur síðani tá mátað rákið í Bankarennuni við 1-2 ADCPum frá Teledyne Marine. Onkur styttri tíðarskeið hava tó verið upp í fýra mátarar í Bankarennuni í senn. Hendan útgerðin hevur verið sera álítandi og einir tveir av teimum fyrstu streymmátarunum, sum Havstovan keypti, eru framvegis í brúki. Hesir hava sostatt ligið á havsins botni í meiri enn 20 ár og mátað streym – einans avbrotið av árligari data lesing og battarí skifti.




Bloggurin hjá Teledyne Marine kann lesast her.




Eisini ber til at lesa meiri um rákið í Bankarennuni her.




Myndin høgrumegin vísir ein av ADCP streymmátarunum, sum hevur mátað rákið í Bankarennuni.