Talv: Tveir umdystir skuldu til fyri at finna vinnaran

 Árliga jólakappingin hjá Sandavágs Talvfelag var í gjárkvøldið - 18 telvarar vóru við í kappingini, harav vóru 2 telvarar av Toftum, ímeðan hinir vóru úr Sandavágs Talvfelag. Sum altíð, so var sera hugnaligt í talvhølinum til jólakappingina.

Tá ið liðugt var stóð á jøvnum ímillum feðgarnar Torkil og Høgna, báðir høvdu 16 stig av 17 møguligum, tí mátti umdystur til, men fyrri umdysturin endaði javnt, so var farið undir 2. umdyst, tá vann Torkil, sum tískil gjørdist nr. 1 í kappingini, nr. 2 gjørdist Høgni E. Nielsen og nr. 3 gjørdist Silas Eyðsteinsson við 13½ stigi.

Nr. 1, 2 og 3 fingu handaðar gávir, eisini fingu Hans Dánial Joensen og Jón í Horni Nielsen gávur fyri góð avrik.