Tá hanarnir gala

-        
og halda, at
teir fingu sólina at rísa



Farna vikuskiftið høvdu javnaður og
tjóðveldi landsfundir í Klaksvík.



Við dyggari miðlaumrøðu og
viðmerkingum frá poltiskum eygleiðarum – politiskt samsintum, vórðu lurtarar,
hyggjarar og lesarar geitaðir um trupulleikar og møguleikar, hesir báðir sosialistisku
flokkarnir hava fyri stavn.



 



Álvarsligu greiningarnar av
politisku avbjóðingunum komu í hæddina, tá miðlarnir góðvarnir tóku á seg at
endurgeva bornu politisku páhaldini og sjálvrósið úr Klaksvík, samstundis sum
farið var væl um vikuskiftið, tá lurtarar og lesarar framvegis vórðu leskaðir
við greiningum frá virknum sum óvirknum politiskum verjum.



 



Fiffini



Sjálvsprísanin hjá floksformonnunum
um at hava rokkið stórbærum málum - málum, ið sambært politisku monologunum onnur
ikki megnaðu at loysa, mintu ikki sørt um lýsingarfiff fyri sølugassi.



Frættusnildirnar hjá floksformonnunum
vóru kryddraðar við tilgjørdari sjálvsrannsakan um at gongdin ikki hevði verið
vøkur. Kortini er ongantíð komið so nógv av skafti, varð avdúkað...



 



So hóast oddamenninir av órøttum
(sjálvandi) hava verið offur fyri trúloysingum í samgonguni, so hevði samgongan
vent gongdini –  fólkafráflyting til
fólkatilflyting, ovurstóru virðini í samfelagnum eru komin í øllum fólkinum til
góðar, skattalætti til lág- og miðallønt, fólkapensionistar meira at liva av,
fyritíðarpensionistar fingið eitt lyft, arbeiðsloysið metlágt,
landskassaarvurin við milliarda halli var eftir einum ári vorðin til stórt
avlop – undirskot vent til yvirskot o.s.fr.



 



Álvaratos. Tað kunnu vit í Javnaðarflokkinum meir enn so vera errin um”,
messaði løgmaður erpin, meðan hin floksformaðurin njóraði um samfelagsanda, uppbygging og samhaldsfesti – heldur enn
niðurgerð og egingirnd
og kundi staðfesta, “at nógv er avrikað og stór tøk tikin – ja, tað mesta, ið eg veit um í
nýggjari tíð
”.



 



Mikrofonhaldarí



At góða gongdin í samfelagnum í
minsta mun er orsakað av førda politikkinum, kom slettis ikki floksformonnunum
til hugs – og eingin miðil setti teimum viðkomandi og avdúkandi spurningar um
tað, bert endurtøkur og mikrofonhaldarí.



 



Hví vóru floksformenninir ikki konfronteraðir
við sannroyndina,



·        
at fólkatilflytingin og vøksturin tók dik á seg longu
í 2013,



·        
at undanfarna samgonga minkaði undirskotið frá
hálvari milliard til nærum javnvág í 2015,



·        
at arbeiðsloysið í sama tíðarskeiði fór úr 7,5 %
niður í 2,5%,



·        
at allar inntøkur undir 5500 kr um mðr. gjørdust
landsskattafríar,



·        
at givni skattalættin í hesum valskeiðinum nærum
er skorin eftir sama leisti, sum borgarliga samgongan fyrireikaði,



·        
at allar fráboðaðar afturrullingar av flatskatti
og forskatting av pensiónunum nú ósmæið verða innroknaðar í samgongureypið og samgongan
soleiðis hevur gjørt “kavráða, týnandi og kensluleysa” borgarliga politikkin til
sín egna



·        
og at eingin grundleggjandi lógarbroyting
yvirhøvur er framd, sum hevur orsakað áhaldandi framgongdina í búskapinum?



 



Ja, viðmerkingarnar til sjálvrósið
kundu verið ótaldar, men har kom ikki eina tann einasti avdúkandi spurningur –
eingin kritiskur journalistikkur, so eiðasørt.



 



Alt dult



Heldur
eingir naskir spurningur um,



·        
hví
íhaldni borgarligi fíggjarpolitikkurin annars er sleptur og at almennu
útreiðslurnar nú ótamdar dundra uppeftir og eru farnar um tær 800 mio afturat síðani
2015,



·        
hví
minst helvtin av almenna útreiðsluvøkstrinum tilætlað er kamufleraður í grunnum
og øðrum almennum skattafíggjaðum skipanum,



·        
hví
kommunurnar nú verða spentar fyri at rinda fyri partar av almenna ballinum,
uttan tær yvirhøvur eru spurdar



·        
og
um ætlanin framhaldandi er at krevja enn meira eyka inn frá borgarum og vinnuni
at rinda fyri vaksandi almenna marglætið - higartil omanfyri hálva milliard?



 



Men
alt verður dult, tí eingin spyr.



 



Sóla sær



Ístaðin
sluppu floksformenninir ókritiskt at greina tekstin fyri lesarum, lurtarum og
hyggjarum.



Partskenda
miðlingin gav greiða fatan av, at stavnamenninir eru so sannførdir um egnan
dugnaskap, at teir sum hanar liva í teirri sælu vissu, at sólin rísir, tí teir
gala.



Og
hvís skulu teir ikki tað?



Eingin
spyr ella fortelur teimum ella lovprísandi floksumboðunum á vaglunum, at støðan
í veruleikanum er beint tann øvugta. At júst tí at sólin geislar, so kunnu teir
sóla sær í tí, sum onnur undan teimum hava avrikað.



Avrik,
sum av somu stavnamonnum og teirra verjum blivu háðað og speirikin, til tey
sjálvi ósmæðið gjørdu borgarligu úrslitini til síni egnu.



 



 



Bjarni
Djurholm